Vit sniðgeva alt slag av prentaðum tilfari. Bøkur, bóklingar, faldarar og lýsingar til bløð eru góð dømi. Vit hava gjørt hetta í meira enn 30 ár, og hesi árini hava givið okkum hópin av royndum og holla vitan innan hetta økið.
Á einari fyritøku skal grafiska sniðið vísa hvat slag av virki talan er um. Búmerkið er á brævpappíri, í lýsingum og á øllum tilfari, sum kemur frá fyritøkuni. GRAFIK STUDIO sniðgevur búmerkir og virkissamleika fyri vørur, virki og stovnar.
Síðani 1984 hevur GFAFIK STUDIO arbeitt við alt slag av multiemedia: Multiemedia programs, jinglur til sjónvarp, sjónvarpslýsingar og heimasíður. Nøkur prosjekt hava vit sjálvi sett í verk og útgivið.
Førleikan at nýta video- og fototól er eisini komið væl við í onkrum av projektunum vit hava latið úr hondum.